- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið slakar í krøvunum frá kommununum viðvíkjandi Hamragarði
Hóast tað bert eru 13 ár síðani, Hamragarður varð tikin í nýtslu, er bygningurin longu í sera vánaligum standi.
Landsverk metir, at øll vindeygu og hurðar skulu skiftast, umframt at bøtast skal um klædningin, klimaskermar, karnappar, gólv, loft, ymiskt í sambandi við brunatrygd og annað.
Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Landið slakar
Uppleggið hjá landinum hevur verið, at landið rindar tann minna partin og kommunur í Suðuroyar sunnaru helvt tann størra partin av neyðugu ábøtunum.
Men í innlitinum sæst, at kommunurnar ynskja at venda hesum á høvdið, so at landið rindar størra partin, og kommunur tann minna partin.
Tað er tó óvist, um Sirið Stenberg gongur hesum ynskinum á møti, men hon er sinnað at slaka nakað.
Kommunurnar fegnast
Boðini um, at landið ætlar at slaka uppá krøvini til, hvør skal rinda fyri ábøturnar av Hamragarði fella í góða jørð í Suðuroyar sunnaru helvt.
- Vit gleðast um, at landið nú slakar krøvini til, hvør skal rinda fyri ábøtur av Hamragarði, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Kostnaðurin at gera neyðugu ábøturnar á Hamragarð var í mars í fjør mettur at vera 17,3 millióinir krónur.
Í Degi og viku var hetta innslagið, ið lýsti standin, sum Hamragarður er í.