Sambandsflokkurin vil dagføra ríkisfelagsskapin

Sambandsflokkurin vil dagføra ríkisfelagsskapin
Flokkurin er komin við uppskoti, sum kann taka Føroyar inn í framtíðina
Sambandsflokkurin leggur upp til at dagføra ríkisfelagsskapin
 
27.07.2024 - 13:08

- Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Tað er høvuðsboðskapurin í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, sum hevur fingið heitið "Nýtt Samband".
 
Sambandsflokkurin sigur í fráboðan fyrrapartin, at Heimastýrislógin hevur tænt Føroyum væl, men nú er tørvur á at byggja víðari. Tað vil flokkurin gera við eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum er lagað eftir nútíðini og kann taka okkum inn í framtíðina.

Sambært tíðindaskrivinum frá flokkinum snýr uppskotið - Nýtt Samband - seg um at dagføra og nútímansgera lógarkarmarnar um ríkisfelagsskapin við eini lóg, ið byggir víðari á bæði heimastýrislógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina.

-Sjálvstýrislógin skal vera karmur um okkara egna politikk, men eisini um okkara leiklut og íkast til samlaða politikkin hjá danska ríkinum. Sambandsflokkurin heldur, at í tøttum og gagnligum samstarvi ber til at finna ein nýggjan leist fyri Føroyar sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum, sigur flokkurin í fráboðan fyrrapartin.

Sambandsflokkurin bjóðar til tíðindafund mikudagin 31. juli klokkan 10, har uppskotið - Nýtt Samband - verður lagt fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025