Nýggi stjórin í Landsverki ætlar at menna fíggjar- og verkætlanarstýringina

Nýggi stjórin í Landsverki ætlar at menna fíggjar- og verkætlanarstýringina
49 ára gamla Marjun Weihe Thomassen er nýggjur stjóri í Landsverki, og hon ætlar at arbeiða víðari við at betra um fíggjar- og verkætlanarstýringina í stovninum
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
25.07.2024 - 20:20

Tað er eingin loyna, at Landsverk hevur havt nógv keðilig mál seinastu árini. Glasir, H-bygningurin og nú Hamragarður í Vági.

Fleiri stjórar hava mist høvdið orsakað av gølunum, og tí hevur gjøgnumtrekkurin á stjóragongini í Landsverki verið stór. 

Nýggi stjórin er 49 ára gamla Marjun Weihe Thomassen, ið er búskaparfrøðingur og hevur millum annað verið fíggjarleiðari í Bústøðum í 11 ár. 

Hon er fullvæl greið yvir byggigølurnar, ið hava verið, og tí verður eitt av fremstu málunum at halda fram við arbeiðinum at menna og styrkja fíggjar- og verkætlanarstýringina í Landsverki. 

Marjun Weihe Thomassen heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at hon er búskaparfrøðingur og ikki verkfrøðingur, nú hon skal leiða Landsverki. 

1687638

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858