Fólk í Vága kommunu eru ikki heilt nøgd við fólkaskúlan

Fólk í Vága kommunu eru ikki heilt nøgd við fólkaskúlan
Hóast skúlin er nýggjur, so liggur fólkaskúlin í Vága kommunu millum tey niðastu í kommunukanningini hjá Kringvarpi Føroya
Bárður Veihe
09.09.2024 - 21:10

Sambært kommunukanningini hjá Kringvarpi Føroya, so liggur Vága kommuna millum tey niðastu, tá tað kemur til spurningin um, hvussu nøgd fólk eru við fólkaskúlan í kommununi. 

Tað kemur óvart á Annbritt Toftegaard, stjóra í Skúlanum á Giljanesi, sum er skúlin í kommununi. 

Men tað ikki øll, ið kenna seg aftur í úrslitunum. Rúna á Rógvu, sum býr í Sandavági, og hevur eitt barn í fólkaskúlanum, er væl nøgd við skúlan í kommununi. 

Tað er Sólja F. Jóanisdóttir, sum situr í skúlastýrinum eisini. Hon staðfestir, at skúlastýrið í Vága kommunu fær ikki nógvar klagur um skúlan. 

 

Savnað allar flokkar á Giljanesi

Í 2014 var nýggi skúlin á Giljanesi tikin í nýtslu, og tað hevur havt nakrar broytingar við sær, ið kunnu ávirka úrslitið. Í summar blivu smærru skúlarnir í Sandavági og Miðvági niðurlagdir, og allir flokkarnir savnaðir í Skúlanum á Giljanesi. 

Vit hava tosað við fleiri fólk í dag, og nøkur siga, at tey halda, at næminganir ov ofta fáa frí frá skúlanum,

Og so halda fólk, at kunning frá skúlanum ikki altíð er nóg góð. Eitt nú, hvat næmingarnir skulu arbeiða við heima. 


Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576