- Tíðindi, mentan og ítróttur
FJORD er ársins íverkseti
Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð hildin í Løkshøll í Rúnavík í gjár. Har varð greitt, at fyritøkan FJORD úr Fuglafirði varð kosin Ársins íverkseti. Suffía Nón er stjóri í fyritøkuni.
Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum kunngjørdi Ársins íverkseta 2024. Hann segði millum annað soleiðis um fyritøkuna FJORD:
”Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, er sprottin úr einum kreativum hugskoti, sum hevur vundið uppá seg til støðuna í dag, har fyritøkan selur ein hóp av litríkum brúksvørum í Føroyum og uttanlands. Vøruúrvalið hjá ársins íverkseta hevur íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvørvinum, ið stovnarin er uppvaksin í. Tað kreativa og litríka ger vøruna til nakað serligt, og fyritøkan er vorðin alt meira kend í Føroyum og uttanlands.”
FJORD hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía Nón, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.