Jens-Frederik Nielsen eftir toppfundin: "Samskifti er sera umráðandi"

Jens-Frederik Nielsen eftir toppfundin: "Samskifti er sera umráðandi"
"Tað skal gerast meira á trygdarpolitiska økinum í útnorði, og tað er tað, ið vit hava sett hol á í dag," sigur grønlendski landsstýrisformaðurin eftir fundin
Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2025 - 15:00

Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, var væl nøgdur við trygdarpolitiska toppfundin millum stjórnarleiðararnar í útnorði. 

"Vit hava sett hol á eitt tættari samstarv um trygdarpolitikkin, og tað er sera umráðandi, soleiðis sum heimurin sær út í dag."

Sambært nýggja grønlendska landsstýrisformanninum, so er samskifti serliga umráðandi í ríkisfelagsskapinum, har tað er Danmark, ið umsitur uttanríkis- og trygdarpolitiska økið.

"Samskifti er lykilin. Vit hava verið eitt lágspenningsøki trygdarpolitiskt inntil nú, og vit høvdu gjarna viljað hildið fram soleiðis, men tað er bláoygt, sum politiska støðan í heiminum sær út. Tí mugu vit í útnorði samstarva tættari og samskifta oftari á trygdarpolitiska økinum," staðfesti Jens-Frederik Nielsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375