ÍSF: Spenningurin til oyggjaleikirnar veksur

ÍSF: Spenningurin til oyggjaleikirnar veksur
Spenningurin millum íðkararnar veksur, nú bert ein vika er til at føroyski hópurin leggur leiðina til Orknoyggjar, har oyggjaleikirnir eru fyri fyrstu ferð
03.07.2025 - 12:11

Spenningurin millum føroysku ítróttafólkini økist, nú oyggjaleikirnir á Orknoyggjum nærkast av álvara.

Um góða viku ferðast føroyski hópurin saman úr Vágum til Kirkwall umvegis Inverness og Scrabster, og síðan fara íðkararnir at kappast við lív og sál í eina viku ímóti hinum oyggjunum.

 - Vit síggja, hvussu nógv tey venja nú fram ímóti oyggjaleikunum, og tey luttaka nógv í kappingum. Fleiri eru uttanlands til kappingar nú fyri at fáa tað síðsta upp á pláss nú áðrenn leikirnar, sigur ítróttaráðgevin hjá Ítróttasambandinum, Andras Nolsøe. 

 

Vil ikki seta tal á heiðursmerkini

Føroyar eru umboðaðar í átta ítróttagreinum á Orknoyggjum. Tað er munandi minni enn onkuntíð fyrr. Á Guernsey fyri tveimum árum síðan kappaðust føroyingar í 12 ymiskum greinum.

 - Tað er nú einaferð soleiðis, at vertsoyggjarnar velja, hvørjar ítróttagreinar tey kunnu skipa, og har taka vit lut í øllum tí, sum vit kunnu, sigur Andras Nolsøe.

Millum siðbundnu greinirnar, sum ikki eru við hesa ferð teljast t.d. judo, flogbóltur og skjóting. Hetta merkir sjálvandi, at tað ikki ber til at vinna heiðursmerki í júst hesum greinum, har tað vanliga hevur ligið væl fyri hjá Føroyum. Hinvegin eru heiðursmerkjavónirnar góðar hjá nærum øllum teimum, sum fara avstað.

Eitt nú í svimjing, har nýtt ættarlið er til reiðar, fimleiki, sum er við aftur, og í frælsum ítrótti, har menningin hevur verið stór farnu árini. Andras Nolsøe vil kortini ikki seta nakað ítøkiligt mál frá Ítróttasambandinum.

 - Vit seta onki slíkt mál. Okkara fremsta uppgáva er at skapa góðar karmar fyri teir íðkararnar, sum umboða Føroyar á oyggjaleikunum, so at teir fáa bestu fyritreytir at vinna heiðursmerki, sigur hann. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221