Meir gull til compound-skjúttarnar

Meir gull til compound-skjúttarnar
Jóannes Poulsen og Anja Eydnudóttir vunnu finaluna á Jersey í kappingini fyri blandað pør og tryggjaðu sær at góða gongdin hjá bogaskjóting helt fram
15.07.2025 - 23:05

Jóannes Poulsen og Anja Eydnudóttir vunnu head to head liðkappingina fyri blandað pør og tryggjaðu sær, at góða gongdin hjá bogaskjúttunumá Orknoyggjum heldur fram.

Tey bæði vunnu finaluna ímóti Jersey við 136 stigum ímóti 131, hóast tað sá eitt sindur svart út, tá eitt umfar var eftir. Tá var Jersey frammanfyri við einum, men í síðsta umfari vendi alt, tá kanaloyggin kiksaði ov nógv.

 - Tað var hart at skjóta finaluna. Tað var skiftandi vindur allatíðina, kastivindur, og tað sá mann eisini síðstu runduna. Eg skeyt tveir vánaligar pílar, men tað gekk eisini útyvir hini, tí hon fekk ein missara, og tað gjørdi, at vit komu framum.

Hetta var sætta gullið hjá bogaskjóting. Recurve-liðið rakk ikki longur enn til fjórðingsfinaluna í dag.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659