Tyngri og tyngri fyri hvørjar oyggjaleikir

Tyngri og tyngri fyri hvørjar oyggjaleikir
Fjallasúkkling verður ikki lættari við árunum, sambært Helga Winther Olsen, sum kom væl frá byrjan í kappingini á oyggjaleikunum týsdagin.
15.07.2025 - 22:35

Helgi Winther Olsen hevur luttikið á nógvum oyggjaleikum fyri Føroyar. Men hann ásannar, at aldurin er farin at merkjast, tá hann pumpar á pedalurunar á kringluttu fjallasúkklubreytini.  

- Tað verður tyngri og tyngri fyri hvørjar oyggjaleikir, staðfestir havnamaðurin, eftir at hann hevur kempað í áleið trý korter á fjallasúkkluni.  

Men hann var væl nøgdur, tá hann kom á mál, sum tann fyrri av tveimum føroyingum í kappingini. Helgi og liðfelagin, Hilmar Hansen, eru samdir um, at fjallasúkklubreytin ikki var til teirra fyrimun. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891