$elfie – nýggj føroysk skemtirøð á veg

$elfie – nýggj føroysk skemtirøð á veg
Nýggj skemtirøð um ávirkaralívið verður í sjónvarpinum fríggjakvøldið eftir Dag og viku.
12.08.2025 - 10:22

Vit liva í einum heimi, har alt tykist at vera polerað, skipað og klárt at deila. Myndir av lýtaleysa lívinum, vakurt skipaðum morgunmatartallerkum og friðsælum løtum fylla okkara skíggjar. Men í nýggju føroysku skemtirøðini $elfie fáa vit eina heilt aðra mynd; eina, sum er bæði meira verulig og nógv stuttligari. 


PaulE er nýggjasti ávirkarin 

Í røðini fylgja vit PaulE, einum ávirkara, sum roynir at fáa lívið at ganga upp. Hann skal hava fylgjarar, samstørv við fyritøkur og tann “perfekta” lívsstílin, samstundis sum hann eisini skal hava tíð til familju og vinfólk. Men sum vit øll vita, gongur lívið ikki altíð eftir ætlan – og tað ger tað heldur ikki hjá Paula. 

Í staðin fyri at vísa glansmyndina, sum vit síggja á sosialum miðlum, gevur $elfie okkum eitt ópolerað innlit í gerandisdagin hjá einum manni, sum nærkast panikkaldrinum. Røðin er full av gerandistrupulleikum, sjálvfeitti, naiviteti, ráum humori og býttum avgerðum, alt flættað saman til eina skemtiliga og menniskjansliga frásøgn. 

Hyggjarin kennir seg ofta aftur í kiksaðu støðunum, PaulE kemur í, hóast hann roynir at varðveita fasaduna. 

 

Skemt við íblástri frá sosialum miðlum 

Tað verður ofta sagt, at fólk hava verri við at hugsavna seg í longri tíð, síðani sosialir miðlar gjørdust ein fastur partur av gerandisdegnum. 

Í $elfie eru partarnir styttri enn vanligt. Teir vera einans 9 til 12 minuttir. Endamálið er, at tað skal bera til at síggja ein part í teimum smáu løtunum, vit hava í gerandisdegnum. Løtur, sum vit annars ofta nýta til at sita og skrulla á telefonini. 

Hóast røðin tekur útgangsstøði í ávirkaralívinum, er hon ikki bert ætlað teimum, sum fylgja við á Instagram. Hon lýsir eisini avbjóðingar, sum tey flestu kenna: at fáa gerandisdagin at hanga saman, finna fótafestið eftir hjúnaskilnað, røkja ítriv og at kenna seg sum ein part av einum felagsskapi. 

Fyrsti partur av fýra verður frumsýndur í sjónvarpinum og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið 15. august eftir Dag og viku. 

Longu nú ber til at fylgja ávirkaralívinum hjá PaulE á Instagram-vanganum @selfiepaule.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980