Vátlendi eru umráðandi fyri náttúruna

Vátlendi eru umráðandi fyri náttúruna
Tey taka upp kolevni, men minka ikki munandi um okkara kolevnis útlát. Tó dálka tey, tá tey verða drenað.
15.08.2025 - 19:21

Í Føroyum hava vit havt nógv vátlendi, men sera nógv av teimum eru drenað.

Tey eru millum mest hóttu vistskipanir um allan heimin, og hava eitt umráðandi endamál fyri náttúruna, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur hjá Tjóðsavninum:

- Tey taka upp kolevni yvir fleiri hundrað ár. Hetta kolevni verður loyst tá tey verða drenað, og vit mugu verja tey.

- Hóast tey taka upp kolevni, minka tey ikki munandi um okkara dálking - har mugu fleiri munagóð átøk til tað.

Hon fegnast um at vátlendi eru á dagsskránni, men ger vart við, at evnið vantar gransking.

Hesum greiðir Kolbrún í Haraldsstovu nærri frá í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815