50 diplomatisk loyvi latin Nato-skipum seinastu tvey árini

50 diplomatisk loyvi latin Nato-skipum seinastu tvey árini
Í meðal aðruhvørja viku vil eitt fremmant land hava sína krígsútgerð í føroyskum øki. Í dag var tað ein fronsk fregatt
22.09.2025 - 19:24

Ein gjøgnumgongd frá Uttanríkisráðnum vísir, at frá 1. september í 2023 til í dag, so eru 50 diplomatiskt loyvi latin fremmandum flotaførum at koma innum 12 fjórðingamarkið. Av teimum 50, eru 21 loyvi latin í samband við Nato-venjingar í ár og í fjør.

18 ferðir hava fremmandir kavbátar fingið diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, herav átta sum partur av Nato-venjingum.

- Vit vilja taka lut at vera við okkara sameindu um at tryggja verju, trygd og støðufesti í okkara øki, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

Hóast fleiri Nato-hernaðarfør eru at síggja um okkara leiðir, so er tað ikki altíð, at tað verður kunnað um tað, men tað er kanska nakað, sum vit mugu umhugsa at gera, um tað er eitt ynski um tað, heldur landsstýriskvinnan.

Fremmand flotafør, sum koma í føroyskt sjóumveldi ella koma í havn í Føroyum skulu hava eitt diplomatiskt loyvi.

Uttanríkismálaráðið upplýsir, at tá ið fremmand herskip skulu hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, vendir avvarðandi myndugleiki, ið sum oftast er sendistovan í Keypmannahavn hjá tí landi, ið eigur skipið, sær til ríkismyndugleikarnar við eini umsókn. Umvegis Arktisk kommando verður umsóknin send Uttanríkis- og vinnumálaráðnum til viðmerkingar.

"Í umsóknini verður upplýst nær og hvar viðkomandi skip ætlar at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, og hvørji ørindini eru. Dømi um hetta eru m.a. havnarvitjan, manningarskifti, viðlíkahald, umvælingar og bunkring. Ein røð av tekniskum upplýsingum eru eisini í umsóknini. Eftir at umsóknin er viðgjørd, verður vanliga svarað, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið mælir til, at diplomatiskt loyvi verður latið at koma í føroyskt sjóumveldi, treytað av, at skipið ikki ber sokallað CBRN-vápn ella lutir til slík vápn og annars heldur galdandi reglur. CBRN er ensk stytting fyri evnafrøðilig vápn, lívfrøðilig vápn, geislavirkin vápn og kjarnorkuvápn.

Tá ið kjarnorkuriknir kavbátar koma í føroyskt sjóumveldi, verða serlig tilbúgvingatlit tikin og tí setir Uttanríkis- og vinnumálaráðið eina røð av krøvum afturat CBRN-kravinum í diplomatiska loyvið. Millum annað skal eitt skip hjá Vørn fylgja kavbátunum, meðan siglt verður landmegin sjóumveldið. Arbeiði, sum hevur til endamáls at halda við líka ella umvæla kjarnorkureaktorin umborð, eigur ikki at verða framt, meðan kavbáturin er í føroyskum sjóumveldi og einki kjarnorkuburturkast skal latast í føroyskt sjóumveldi", skrivar Uttanríkismálaráðið. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254