Søla av sproytum á apotekum í Havn økt

Søla av sproytum á apotekum í Havn økt
Tað verður mett, at sølan er tíggjufaldað seinastu árini
23.10.2025 - 19:31

Á apotekinum ber til at ogna sær eitt fiksi-sett: ein pakki við tveimum kanylum, einari sproytu, einum sprittlappa, bikari, vætu og vatti.

Endamálið við vøruni er, at fólk ið brúka sproytu at rúsa seg við, kunnu gera tað sterilt og trygt.

Sølan av hesari vøruni er av álvara økt seinastu árini:

- Um eg sigi, at sølan er økt einar tíggju ferðir seinastu fimm árini, so er tað á einari góðari leið.

Tað sigur Beinta Joensen, deildarleiðari á Tjaldurs apoteki, sum leggur afturat, at tað er serliga seinastu tvey-trý árini, og at gongdin av álvara sæst í apotekinum í Steinatúni.

Gongdin á apotekinum samsvarar við tað, ið eisini sæst á Herberginum og Landssjúkrahúsinum, sum vit frættu um í Degi og viku týskvøldið: Sí innslag

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040