Onkologiska deild bíðar enn eftir tarmkrabba screening

Onkologiska deild bíðar enn eftir tarmkrabba screening
Serlækni í krabbameinsviðgerð eftirlýsir at screening fyri tarmkrabba verður sett í verk. Hóast greið politisk lyfti, er einki hent.
27.10.2025 - 19:29

Onkologiska deild á landssjúkrahúsinum hevur leingi ynskt, at screening fyri tarmkrabba verður sett í verk. Og tað er ein greið orsøk til tað. Við screening fyri tarmkrabba ber til at fyribyrgja tarmkrabba ella staðfesta sjúkuna, áðrenn man er álvarsliga sjúkur. Tað betrar um møguleikarnar fyri viðgerð og at yvirliva. Tað sigur Tordis Kristiansdóttir, serlækni í krabbameinsviðgerð.

Tí var eitt tilmæli gjørt í desember 2024 um hví og hvussu screening fyri tarmkrabba skuldi gerast. Tá segði landsstýriskvinnan í heilsumálum, at tey fóru at viðgerða tað sum tað fyrsta, tá tey fóru til verka í januar. 

Sambært Tordis Kristiansdóttir, serlækna í krabbameinsviðgerð, merkja tey lítið til lyftið, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum kom við fyri sløkum 10 mánaðum síðani. Hon veit einki um, at fyrireikingar til tarmkrabbascreening eru farnar í gongd.

At fyrireika skipanina
Og júst fyrireikingarnar eru tað fyrsta stigið. Áðrenn farið verður í gongd við screening fyri tarmkrabba er tað umráðandi, at virksemið rundan um screeningina er búgvið til uppgávuna. Man má kunna lofta teimum, sum verða screenað og skulu kannast gjøllari, uttan at tey sum frammanundan eru í gongd við kanningar ella viðgerð fyri tarmkrabba verða niðurraðfest. Tí tá man byrjar at screena, kann man vænta, at tað eru fleiri sum skulu kannast víðari. Tað má skipanin verða klár til.

Hetta krevur fígging og nóg mikið av hondum, so at tað ikki gongur ov lang tíð, áðrenn tey screenaðu verða kannaði gjøllarið, um tað er neyðugt. Tí um fólk kortini enda við at bíða so leingi, at tey eru blivin álvarsliga sjúk, áðrenn tey fáa viðgerð, ger screeningin ger tað øvugta av tí, sum var endamálið.

Hetta krevur fígging og raðfesting. At seta screeningina í verk er als ikki ókeypis, men Tordis Kristiansdóttir heldur, at tað loysir seg í hinum endanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194