Hakin settur í fyri nýggju kirkjuni á Glyvrum

Hakin settur í fyri nýggju kirkjuni á Glyvrum
Fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin Hans Jacob Lamhauge loysti fyrsta flagið
11.11.2025 - 19:25

Í dag var hátíðardagur á Glyvrum, tá hakin varð settur í fyri nýggju kirkjuni á Glyvrum.

Tað var fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin Hans Jacob Lamhauge úr Lamba, sum loysti fyrsta flagið.

Nýggja kirkjan verður eisini søgulig, tí hetta verður fyrsta kirkja, ið verður bygd eftir at fólkakirkjan í 2007 gjørdist føroyskt málsøki. 

Kirkjan verður 1.140 fermetrar til støddar og fer at hava góð 700 sitipláss.

Kirkjan fer at kosta umleið 100 milliónir krónur. Kirkjuráðið stendur fyri einum triðingi, próvstadømisráðið skal rinda ein triðing og landið seinasta triðingin. 

Mett verður, at tað fer at taka tvey ár at byggja nýggju kirkjuna á Glyvrum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040