Hondbóltskvinnurnar møttar til HM-fyrireiking

Hondbóltskvinnurnar møttar til HM-fyrireiking
Mánadagin møtti hondbóltslandsliðið við kvinnum við Tjarnir til fyrstu venjingina fram ímóti HM-endaspælinum, sum byrjar 26. november í Trier í Týsklandi
Bárður Lydersen
Føroyar høvdu tað stríggið ímóti Montenegro við Tjarnir fyri kortum. Liðini møtast aftur í fyrsta HM-dystinum 26. november
17.11.2025 - 20:22

Bestu føroysku hondbóltskvinnurnar møttu mánadagin til fyrstu venjingina fram ímóti HM-endaspælinum, sum fyri teirra viðkomandi byrjar við dysti ímóti Montenegro í Trier 26. november.

Vengurnir Karin Egholm og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr H71 dragast við smásnuddir, og tí vandu bæði Joan Johannesen úr Kyndli og Hervør Niclasen úr Neistanum við Tjarnir mánadagin. 

 - Vit vænta kortini, at Anna Elisabeth og Karin verða klárar til HM, sigur venjarin Claus Mogensen.

Ein, sum er til reiðar aftur eftir barnsburð í september, er málverjin Annika Fríðheim Petersen.

 - Eg visti, at eg vildi við til HM, men um tað kundi lata seg gera, var jú ikki upp til mín, men eg eri ordiliga glað fyri at vera við aftur, sigur málverjin, sum skal kappast við Rakul Wardum og unga stjørnuskotið Gyltu á Neystabø um plássið í føroyska málinum.

Hvar í røðini sært tú teg sjálva beint nú?

 - Ja, góður spurningur. Tað er sjálvandi upp til venjararnar, og eg fari sjálvandi at gera mítt besta, og hjálpa henni, sum er inni, og tað so eri eg, Rakul ella Gylta, er tað týdningarmesta, at liðið klárar seg væl, sigur málverjin úr EH Aalborg.

Fyrsti HM-dysturin verður ímóti Montenegro, sum vann á Føroyum í EM-undankappingini fyri kortum við sterku strikuni Tatjanu Brnovic á odda. Júst sterkar strikur eru ovast á breddanum hesa vikuna.

 - Hesum høvdu vit trupulleikar við ímóti Montenegro, men vit spæla eisini ímóti Spania, sum jú eisini hevur líka stórar og sterkar strikuspælarar, sigur Claus Mogensen.

Triðja liðið í føroyska bólkinum er Paraguay, sum bíðar í síðsta dystinum. Talan kann skjótt blíva um beinleiðis uppgerð um pláss í miðumfarinum.

 - Vit droyma um pláss í miðumfarinum, tí har fáa vit bestu dystirnar, so lykladysturin liggur helst seinast ímót Paraguay, sum vit eiga at hava góðan kjans ímóti, sigur venjarin, og Annika Fríðheim Petersen er samd.

 - Heilt sikkurt vilja vit vinna á Paraguay og koma víðari til millumrunduna í Dortmund. Tað føli eg, er eitt realistiskt mál at hava, sigur málverjin.

Landsliðið venur í Føroyum alla vikuna, áðrenn venjingardystur ímóti Íslandi er á skránni leygardagin við Tjarnir. Kringvarpið vísir tann dystin í sjónvarpinum frá klokkan 18.50.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097