Liðskiparin: Brendu kjansirnir eru ørkymlandi

Liðskiparin: Brendu kjansirnir eru ørkymlandi
Hon var troytt av at tapa dystir og ørkymla av mongu stóru kjansunum, sum ikki fóru í mál, men Pernille Brandenborg helt eisini, at Føroyar spældu væl ímóti Montenegro
26.11.2025 - 21:58

Hon var troytt av at tapa og ørkymlað av mongu kjansunum, sum ikki fóru í málið.

Føroyski liðskiparin Pernille Brandenborg var kortini ikki alt ov vónsvikin eftir 32-27 tapið fyri Montenegro í fyrsta HM-dystinum, tí Føoyar høvdu spælt ein góðan dyst.

 - Tað er sjálvandi ørkymlandi (at misnýta so nógv, blaðm.), men tað er ikki ordiliga nakað, sum vit sum kollektiv fáa gjørt so nógv við. Tað snýr seg um, at hvør einstakur má arbeiða fyri at blíva betri - eg var sjálv ein at teimum dýru í dag, haldi eg - men eg haldi eisini, at tað er positivt, at vit spæla okkum til so nógvar kjansir, og vit skora hóast alt 27 mál, segði Pernille Brandenborg eftir dystin. 

Føroyar byrjaðu væl, men so líðandi vann Montenegro seg framum, og eins og í EM-undankappingardystinum við Tjarnir í oktober, var Armelle Kelly Attingre í málinum hjá Montenegro sera væl uppløgd. Hon bjargaði upp ímóti 50 prosentum av føroysku royndunum, og tað kostar ímóti einum somikið sterkum liðið.

Fríggjakvøldið er aftur dystur, Spania vann mikudagin á Paraguay, og hava kjansin at tryggja sær pláss í miðumfarinum við sigri á Føroyum, men tær kunnu vænta sær harðan dyst.

 - Vit skulu hyggja skjótt at hesum dystinum, og annars leggja hann aftur um okkum og koma víðari. Vit kunnu taka nógv gott við okkum, og eg trúgvi upp á eitt gott avrik ímóti spaniólum, men vit vita eisini, at tað krevur 100 prosent, so vit skulu finna nøkur prosent afturat fram, segði liðskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120