Rannvá: Meir av tí sama ímóti Spania

Rannvá: Meir av tí sama ímóti Spania
Hóast tað ikki eydnaðist at fáa stig ímóti Montenegro, eydnaðist dystarætlanin somikið væl, at hon ikki verður broytt ímóti Spania, sum minnir um balkantjóðina
27.11.2025 - 15:23

Vit skulu vænta okkum meir av tí sama, tá Føroyar fara á vøllin ímóti Spania í øðrum HM-dystinum. Tað sigur vinstri vongurin Rannvá Olsen.

Tá hon sigur meir av tí sama, vísir hon ikki til teir nógvu misnýttu kjansirnar ímóti Montenegro mikukvøldið, men heldur spæliætlanin, sum føroyingarnir hildu eydnaðist væl.

 - Vit fara helst at koyra tað sama, sum vit plaga. Skjótt spæl, skjótt fram og líknandi. Tær minna eitt sindur um Montenegro, rættuliga tungar. Hesar strikurnar eru uppaftur størri, sigur Rannvá OIsen. 

Vongurin kom væl frá byrjan ímóti Montenegro og skoraði upp á báðar skotroyndirnar fyri steðgin, men í seinna hálvleiki fekk hon bert eitt skot av trimum innum M ontenegro-málverjan.

 - Tá eg skori, eri eg sjálvandi glað, men tá eg brenni, royni eg sjálvandi at gloyma tað burtur og vera klár, um eg fái kjansin aftur, sigur Rannvá Olsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120