Ein uppliving vit aldri fara at gloyma

Ein uppliving vit aldri fara at gloyma
Í morgin bresta Føroyar saman við Týsklandi frammanfyri 15.000 áskoðarum í Dortmund. - Tað verður ein uppliving, vit helst aldri fara at gloyma, sigur Maria P. Nólsoy
01.12.2025 - 17:48

Í dag komu føroysku hondbóltskvinnurnar til Dortmund eftir væleydnað bólkaspæl í Trier. 

Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi serliga væl í dystinum ímóti Paraguai, sum tryggjaði Føroyum plássið í miðumfarinum við tveimum stigum í skjáttuni.

Í annaðkvøld bíðar størsta upgávan higartil, tá Føroyar bresta saman við vertstjóðini Týsklandi frammanfyri 15.000 áskoðarum í Westfalenhalle.

 - Tað verður megastórt. Eg haldi ikki ordiliga, at nøkur okkara hevur roynt at spælt frammanfyri 15.000 áskoðarum, so vit gleða okkum mega nógv, og tað verður ein uppliving, vit helst aldri fara at gloyma, segði Maria P. Nólsoy til seinnapartsvenjingina í dag.

Føroysku kvinnurnar hava spælt tríggjar dystir upp á fimm dagar, og Maria P. Nólsoy viðgongur, at kroppurin er eitt sindur eymur. 

 - Tá dómarin bríkslar er alt tað gloymt, segði føroyski bakspælarin, sum skeyt seks mál ímóti Paraguai í gjár.

Føroyar spæla ímóti Týsklandi klokkan 19.30 í annaðkvøld, og Kringvarpið byrjar at senda frá dystinum klokkan 19.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025