- Vit eru ikki nóg kyniskar

- Vit eru ikki nóg kyniskar
Føroyar runnu aftaná Íslandi allan dystin, men hvørja ferð munurin minkaði, komu mistøkini og misnýttu kjansirnir aftur, og tí endaði tað við tapi ímóti grannunum
06.12.2025 - 21:38

 - Vit eru ikki nóg kyniskar. 

Tað var stutta staðfestingin frá Janu Mittún, sum var ørkymlað um, at tað ikki eydnaðist at vinna á Íslandi og tryggja eitt endaligt HM-pláss ímillum níggju og 12.

Soleiðis var eisini. Føroyar runnu aftaná meginpartin av dystinum, men hvørja ferð tær nærkaðust og munurin kom niður á tvey mál, spøktu mistøkini og ikki minst mistu møguleikarnir, og so vann Ísland 33-30.

 - Verjan er ikki ordiliga har, og vit gera ov nógvar feilir. Hvørja ferð vit eru við at koma aftur, mangla tær síðstu detaljurnar, so tað er tíbetur nógv, vit kunnu bøta um, segði Jana Mittún.

Hon helt ikki, at vantandi orka var nøkur umbering.

 - Vit vóru rættiiga uppsettar upp á hendan dystin, og vit høvdu alt at spæla fyri, so tað er spell, at vit ikki eru meir fokuseraðar, tá tað stendir á, segði bakspælarin, sum aftur hesa ferð spældi ein góðan dyst.

Jana Mittún skeyt seks mál upp á sjey skotroyndir og átti næstseinastu hond á sjey føroyskum málum. Sanniliga ein flottur endi upp á eitt sterkt HM-endaspæl hjá føroysku undangongukvinnuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968