- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gleð eitt barn, sum livir í trongum korum
Í SMS í Havn er eitt ynskitræ komið upp at standa, har til ber at keypa børnum, sum ikki eiga serliga nógv, eina gávu.
- Tað er møguleiki at taka eitt ynski av trænum og keypa einum barni í fátækraváða eina gávu, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.
Tað er Barnabati, sum hevur tikið ímóti gávuynskjum, og sum kannar, um børnini veruliga eru í fátækraváða.
Visit Tórshavn við jólagávukassa
Visit Tórshavn er eisini farið undir átak, har fólk kunnu geva teimum børnum, sum ikki eiga so nógv, eina jólagávu. Tað gongur fyri seg í gongugøtuni í Havn.
Tað er eisini Barnabati, sum tekur sær av at fáa hesar gávurnar út til børn í fátækraváða.
1,3 milliónir savnaðir inn
Fleiri fólk hava longu tikið ynskikort av trænum og ætla at keypa øðrum ein gávu.
Barnabati hevur tilsamans fingið 325 umsóknir inn til "Í menniskjum góður tokki". Í fjør vóru 314 umsóknir.
- 1,3 milliónir krónur eru savnaðar inn í ár, í fjør var talið 1,2 milliónir krónur, sigur Arnfríð Arnfríð Lützen, samskipari/kunningarfólk í Barnabata.
























