Ísak: Høj vil vinna, og tað vil eg eisini

Ísak: Høj vil vinna, og tað vil eg eisini
Tíðin var komin at taka tað næsta fetið, og Høj er eitt felag við stórum málum. Tað sigur Ísak Vedelsbøl, sum skal spæla í bestu donsku deildini næstu trý árini
Jógvan Skeel Nolsøe
Ísak Vedelsbøl flytir nú úr svenska Savehof til danska HØJ
15.01.2026 - 12:00

 - Eg vil vinna og menna meg og eri ræðuliga spentur upp á næstu tíðina, sigur Ísak Vedelsbøl, sum i summar skiftir úr svenska IK Sävehof til stórsatsandi Høj Elite í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Føroyski strikuspælarin, sum í hesum døgum er í Oslo, har EM-endaspælið í hondbólti byrjar í morgin, hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Håndboldfælleskabet Ølstykke-Jyllinge.

 - Eg havi valt Høj, tí eg haldi, at tað er eitt gott felag hjá mær at taka næsta fetið í, og felagið hevur eisini víst stóran áhuga, sigur Ísak Vedelsbøl.

Danska felagið, sum eisini hevur havt landsliðsmálverjan Paula Jacobsen í hópinum, flutti upp í bestu donsku deildina í fjør, og við legendariska vonginum Hans Lindberg á odda, hevur felagið sett sær stór mál. Tað sæst aftur í mongu keypunum síðsta  árið.

 - Tey skriva undir við leikarar, sum bestemt ikki bara koma heim at slappa av og tjena pengar. Spælarar sum Axel Månsson og Lasse Andersson vilja vinna, og tað vil eg eisini í Høj, sigur 21 ára gamli Ísak Vedelsbøl, sum hevur spælt við Neistanum og H71 í føroysku deildini.

 

Vilja vinna minst ein dyst

Áðrenn Ísak Vedelsbøl hevur tíð at hugsa um nýggja danska felagið, skal hann gera seg lidnan í Svøríki. Allarfyrst liggur kortini risastóra uppgávan, sum eitur EM-endaspælið, har Føroyar skulu royna seg ímóti Sveis, Montenegro og Slovenia í bólkaspælinum í Oslo.

 - Tað keðiliga svarið er, at vit bara skulu inn at gera okkara besta hvørja ferð, men vit hava sett okkum málið at vinna í øllum førum ein dyst. Tað kláraðu vit ikki seinast, sigur Ísak Vedelsbøl.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983