Sveisiskur liðfelagi úr Kiel: Vónar at Elias verður við í annaðkvøld

Sveisiskur liðfelagi úr Kiel: Vónar at Elias verður við í annaðkvøld
Sveisiski Lukas Laube, sum vanliga fær ágóðan av góðu innspølunum frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, vónar at liðfelagin verður við í annaðkvøld
Lukas Laube, liðfelagi hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, vónar at føroyski spælskiparin er við
15.01.2026 - 13:34

Vanliga fær hann ágóðan av nógvu góðu innspølunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í týska stórfelagnum THW Kiel. 

Nú vónar sveisiski strikuspælarin Lukas Laube, at føroyska landsliðsstjørnan verður klárur til fyrsta dystin í bólkaspælinum í annaðkvøld. Ella tað sigur hann í øllum førum.

 - Eg gleði meg til dystin, og eg vóni at sleppa at spæla ímóti Eliasi. Vónandi gongur væl við hansara uppvenjing, sigur Lukas Laube við Kringvarpið.

 - Hetta er ein lykladystur, tí Føroyar eru eitt sterkt lið, og øll kunnu vinna á øllum í hesum bólkinum, heldur strikuspælarin úr Kiel.

 

Fyrireika seg til sjey ímóti seks

Tað kemur neyvan óvart á nakran, sum ger sítt heimaarbeiði, at Føroyar spæla nógv sjey ímóti seks-álopsspæl. Júst heimarbeið hevur sveisiski venjarin gjørt.

Sum spælari í millum annað Rhein-Neckar Löwen í týsku Bundesliguni, hevur Andy Schmid nógvar royndir við yvirtalsspæli, og hann viðgongur eisini, at Sveis hevur fyrireika seg væl upp á føroyska 'spesialitetin'.

 - Føroyar hevur ment sín máta at spæla hondbólt upp á við góðum úrslitum, og tí mugu vit vera til reiðar upp á ein truplan dyst, sigur sveisiski venjarin.

 - Roykur kemur úr høvdinum á mær eftirhondini, og tí eri eg glaður fyri, at dysturin endiliga verður í annaðkvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959