Økslin hevur tað fínt

Økslin hevur tað fínt
Mest umtalaða føroyska økslin í nýggjari tíð, hon hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, hevur tað fínt eftir javnleikin ímóti Sveis í gjár. Tað staðfesti spælskiparin fyrrapartin
17.01.2026 - 11:42

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi frá byrjan ímóti Sveis, og við átta málum og fýra uppleggum var føroyski spælskiparin millum avgerandi faktorarnar í 28-28 javnleikinum í fyrsta EM-dystinum í gjár.

Talan var um ein  harðan dyst, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eisini ís á økslini beint eftir leiklok í Unity Arena. Men føroyingar kunnu gleða seg til at síggja meir til Kiel-bakkin í morgin ímóti Montenegro, tí økslin hevur tað fínt.

 - Eg havi tað fínt. Eg merki eitt sindur, at eg ikki havi spælt í meir enn ein mánaða, men eg havi tað fínt. Økslin hevur tað fínt, so tað skal nokk ganga, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu fyrrapartin.

SÍ EISINI: Øll 28 málini hjá Føroyum ímóti Sveis

Slovenia vann 41-40 á Montenegro í málríkasta endaspælsdystinum í søguni, og tí er ilt at spáa um bólkin og dystin ímóti montonegrinum í morgin.

 - Tað var ikki ordiliga væntað, at Montenegro skuldi klára at vera so leingi við ímóti Slovenia, men tað vísir bara, at teir eisini eru eitt øgiliga sterkt lið, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum væntar enn ein torføran dyst sunnudagin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025