- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey eldru fegnast um konsertir
- Vit mugu koma til tey, um tey skulu uppliva nakað, tí er hetta neyðugt, sigur tónleikarin, Jens Marni Hansen.
Tað sigur hann í sambandi við, at Tórsgøta hevur tikið stig til at flyta konsertir úr spælistaðnum "Reinsaríið" í Havn og út á eldraheim í Tóshavnar kommunu. Tann fyrsta konsertin var á Boðanesheiminum í kvøld, har Jens Marni Hansen, spældi fyri teimum eldru.
Hetta var fyrsta konsertin av fleiri. Talan er um eina royndarætlan, har trý eldraheim í Tórshavnar kommunu fáa fýra konsertir í part triðjuhvørja viku.
Verkætlanin kostar eini 70.000 krónur. Helvtin verður fíggjað við játtan frá Heilsu- og eldranevndina í Tórshavnar kommunu, og hina helvtina rindar Tórsgøta av síni játtan.
Ingun Eidesgaard, eindarleiðari í Tórshavnar kommunu, var gestur í sjónvarpstovuni.
























