Eingin Jarnbardur: Nýggjur føroyameistari skal finnast

Eingin Jarnbardur: Nýggjur føroyameistari skal finnast
Stórur spenningur er hjá 6-mannaførum við kvinnum. Jarnbardur, sum hevur verið einaráðandi seinastu mongu árini, rør ikki í summar, og tí skal nýggjur føroyameistari finnast
Jan Herman Hansen/RSF
02.06.2026 - 07:00

Nýggjar tíðir hjá 6-mannaførunum hjá kvinnum.

Eingin Jarnbardur stillaði upp, men - og kanska tí - vóru heili níggju bátar á startinum á norðoyastevnu. Nógv fleiri enn undanfarin ár.

 - Eg kann bara gita, at tað er tí, at vit ikki eru við, segði Jannie Dam Jacobsen, sum nú stýrir Píli, har dótturin Alda situr við árarnar. 

SÍ EISINI: Møðgur vunnu við Píli

Hvussu er og ikki, so var spenningurin stórur undan róðrinum, og tað vísti seg, at tvídysturin um gullið stóð ímillum Víking hjá Havnar Róðrarfelag og Froðbing hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Endin var, at Víkingur var fyrstur á mál. Froðbingur var nummar tvey, og Rádni hjá ÍF kom triðjur um mállinjuna.

 - Tað var ordiliga stórt at koma á land, tá so nógv fólk taka ímóti okkum, segði føðingardagsbarni Linda Guttesen, sum var væl nøgd við at fáa norðoyastevnusigurin í gávu.

Sí innslag um 6-mannafarsróðurin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776