Ivi um eginfígging til Argja kirkju

Ivi um eginfígging til Argja kirkju
Tað hevur drigið út at byggja nýggja kirkju á Argjum. Formaðurin í kirkjuráðnum heldur tað hava skund at koma í gongd. Nú setur Mentamálaráðið spurnartekin við eginfíggingina
08.06.2026 - 19:29

Nýggj kirkja skal smíðast á Argjum. Men partarnir eru ósamdir, um eginfíggingin er í lagi.

Fríggjadagin svaraði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, fyrispurningi um loyvi at fara í gongd við at smíða nýggju kirkju á Argjum. Formaðurin í Kirkjuráðnum á Argjum letur væl at svarinum.

- Í okkara verð er tað eitt gott svar, tí hann sigur, at tá ið peningurin er upp á pláss, so er málið loyst, og tað skal taka fáar dagar, sigur Fróði Ólason Olsen, formaður í kirkjuráðnum á Argjum. Hann leggur afturat, at peningurin er í lagi, og at kirkjuráðið hevur meiri enn eina million krónur meiri enn neyðugt.

Men í Mentamálaráðnum halda tey ikki, at Argja kirkjuráð hevur neyðuga peningin.

- Tað er ið hvussu so er eitt ivamál, um tann treytaði eginpeningurin er tøkur, ið hvussu so er í nóg stóran mun, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. Gamla Argja kirkja er seld til Kvinnuhúsið, sum yvirtekur bygningin 1. januar 2028. Ósemjan snýr seg m.a. um, hvørt peningurin fyri tann bygningin kann telja við í eginfíggingini.

Hevur skund at koma í gongd
Formaðurin í kirkjuráðnum á Argjum sigur, at tað fer at taka umleið 22 mánaðir at byggja nýggju kirkjuna, og at Kvinnuhúsið yvirtekur gomlu kirkjuna 1. januar 2028. Og hann vísir eisini á, at Argir fylla 200 ár í mai 2028. So tað hevur skund at fáa gongd á byggingina.

Landsstýrismaðurin í Mentamálum skilur væl støðuna hjá kirkjuráðnum og vónar eisini, at nýggja kirkjan verður liðug til ta tíð. Men hann heldur tað kortini vera týdningarmikið, at alt er í lagi, áðrenn endaliga loyvi verður givið.

Teir báðir eru tó samdir um, at verða tey síðstu víðurskiftini fingin í rættlag, so kann farast í gongd beinanvegin.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655