- Tíðindi, mentan og ítróttur
Odmar spælir uttan masku
Tá Føroyar í morgin spæla móti Kasakstan verður Odmar Færø í miðverjuni. Í juli fekk Odmar Færø staðfest seks brot í andlitinum, eftir at hann og ein spælari hjá Atert Bissen brustu saman.
- Eg minnist ikki hendingina, men tað var ein skelkur. Onkur hevur spurt um eg fekk ilt, men eg minnist tað ikki. Eg skuldi spæla í masku, men hana tveitti eg eftir einum innhoppi upp á átta minuttir, sigur Odmar Færø.
Tað er meira heima við hús, at tey eru stúrin um harðføra miðverjan. Sjálvur hugsar hann lítið um skaðan og er til reiðar at seta høvdið á bóltin.
- Tað eru serliga konan, mamma og kanska læknin, sum stúra fyri mær. Vit hava vigað fyrimunir og vansar við at spæla við maskuni. Tann verjan, sum maskan gevur, vigar ikki meira enn hvat hon tekur frá mær, sigur Odmar Færø.
36 ára gamli miðverjin spælir sín landsdyst nummar 70, tá Føroyar í morgin spæla móti Kasakstan í Nations League. Sjónvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 16.




















