Alt skal ikki á Facebook

Alt skal ikki á Facebook
Sigrid Mikkjalsdóttir er sera hørm um, at ein mynd av ferðsluóhappinum hjá pápanum, varð løgd út á Facebook, áðrenn boðini komu frá mammuni
Sigrid Mikkjalsdóttir og pápin, Mikkjal Joensen, heima í køkinum tveir dagar eftir ferðsluóhappið á Kaldbaksvegnum.
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
24.10.2019 - 08:30

Mánadagin varð ein stórur bilur tikin av eini hvirlu á Kaldsbaksvegnum nakað norðan fyri Sundsverkið. Í bilinum var Mikkjal Joensen úr Klaksvík, sum slapp frá óhappinum við smærri snuddum.

1324519

Mikkjal Joensen var á veg til Havnar við vøru, tá ein hørð hvirla tók bilin og sendi hann út í bilverjuna.

 

Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.

- Tá man hugsar um, at bilurin vigar 10 tons tómur, og at hann verður sendur inn í bilverjuna av eini hvirlu, so er tað ótrúligt, at bilverjan helt, sigur Mikkjal Joensen, bilførari.         
Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.

Mikkjal Joensen torir ikki at hugsa um, hvat hevði hent, um ikki bilverjan helt.   
Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.

Mynd á Facebook
Men fyri dóttur Mikkjal, Sigrid Mikkjalsdóttir, var tað sera ódámligt, tá hon varnaðist, at ein mynd av koppaða bilinum varð løgd út á Facebook, áðrenn mamman hevði boðað henni frá óhappinum.

- Tíbetur sá eg ikki myndina fyrr enn aftaná, men klokkutíðin vísti, at myndin varð løgd út so skjótt, at mamma nóg illa hevði fingið boðini sjálv, sigur Sigrid Mikkjalsdóttir.

Dagin eftir óhappið gjørdi Sigrid Mikkjalsdóttir vart við sína ónøgd á sínum egna Facebook-vanga, har hon greiddi frá, hvussu tey høvdu upplivað hetta.

Uppslagið hjá Sigrid er deild meira enn 700 ferðir, og hon staðfestir tí nøgd, at tað ikki bara er hon, sum hevur tað á hendan hátt.

- Kanska hetta kann gera, at ein kavabóltur fer at rull, sum ger fólk tilvitað um, hvat tú skalt tveita út á facebook - og ikki, sigur hon avgjørd.

Áheitan frá politinum

Í síðstu viku kom ein áheitan um júst hetta sama frá politinum í Føroyum, og tá var Jan Fossaberg, politistur, í útvarpsstovuni og greiddi frá. Hann segði millum annað, at tað kann vera revsivert at leggja myndir út alment av slíkum støðum. 

- Hjálpa fólk til og taka myndir á staðnum, sum myndugleikarnir kunnu brúka, siga vit ja takk. Men tað er ikki alt, sum skal út á alment, segði Jan Fossaberg millum annað í morgunsendingini 16. oktober 2019. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424