Klokkan flytast í nátt

Klokkan flytast í nátt
Tá klokkan blívur 03.00 í nátt, skal hon flytast aftur til klokkan 02.00
Savnsmynd
 
26.10.2019 - 16:25

31. mars í ár settu vit klokkuna til summartíð, og í nátt seta vit klokkuna til vetrartíð. Tað merkir, at tá ið klokkan verður 03.00, so skal hon flytast til klokkan 02.00. Hevur tú eina snildtelefon, kanst tú trygt hava álit á, at hon fer í vetrartíð automatiskt. Verri er tó, um tú vanliga brúkar klassiska vekjaran um morgnarnar.

 

ES hevur tikið støðu til at sleppa siðinum við, at skift verður millum summar- og vetrartíð. Kortini stendur tað framvegis hvørjum landi frítt, um tey vilja halda fast í skiftinum millum árstíðirnar. Framvegis vantar tó ein endalig avgerð í ministararáðnum hjá ES, skrivar DR. Nevndin hjá ES, sum hevur arbeitt við hesum máli mælir til, at hvørt land sær tekur avgerð um tíðina, einasta kravið er, at broytingin ikki skal ávirka innara marknaðin.

 

Ein kanning, sum varð gjør av ES í vetur í fjør vísti greitt, at milliónir av fólkum í ES, ikki vilja skifta ímillum vetrartíð og summartíð.

 

Tað vóru Eysturríki og Týskland, sum fyrst lýstu summartíð í 1916. Tað var fyri at spara orku, tí fyrri heimsbardagi leikaði sum harðast, og tí var lítið av olju at fáa. Seinni tóku fleiri onnur lond í Evropa undir við summartíð, men ikki fyrr enn í 1980 kom skipanin í eina fasta legu í Danmark.

 

Í 1996 samtykti ES, at summartíð skuldi galda frá seinasta sunnudegi í mars, til seinasta sunnudag í oktober.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602