Eftirlitið ikki byrjað enn

Eftirlitið ikki byrjað enn
Enn hevur fyrsta eftirlitið ikki verið, ið skal avdúka møguliga sosiala dumping í Føroyum
Løgreglan, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og TAKS skulu sambært einum nýggjum uppskoti kanna viðurskiftini hjá útlendingum á arbeiðsmarknaðinum
 
01.11.2019 - 14:56

Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani skrivaðu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og politiið undir avtalu um samstarv um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum, ið skal avdúka sosiala dumping, eins og gjørt verður í hinum Norðurlondunum.

Avtalan sigur, at teir tríggir myndugleikarnir fara at hava samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at kanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og umhvørvi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er samskipari, men einki eftirlit hevur verið enn. Tá avtalan varð undirskrivað 4. september, varð sagt, at fyrstu eftirlitini verða væntandi í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666