Smyril Line keypt nýtt farmaskip

Smyril Line keypt nýtt farmaskip
Nýggja skipið hjá Smyril Line hevur fingið navnið Akranes, og er smíðað á Sterkodder skipasmiðjuni í Noregi í 1998
Smyril Line hevur keypt eitt ro-ro farmaskip frá finska reiðarínum Bore Ltd
Mynd: Smyril Line  
 
03.12.2019 - 13:09

Akranes er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Skipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, sum telur 24 mans. 

Smyril Line fer at skráseta Akranes í føroysku altjóða skipaskrásetingini og manna tað við føroyingum. 

Smyril Line fimm skip nú

Tá ið Akranes legst afturat tann 20. desember, eru fimm skip í flotanum hjá Smyril Line. Hini eru Norröna, Mykines, Eystnes og Hvítanes.

Akranes fer at sigla millum Havnina, Þorlákshöfn í Íslandi og Hirtshals -  úr Hirtshals til Havnar fríggjadag, og úr Havn til Hirtshals týsdag. 

Tá Akranes kemur, fer Smyril Line at sigla til Bretlands aftur. Hvítanes og Eystnes fara at sigla millum Havnina, Scrabster, Hirtshals og Sankta Pætursborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541