Tikin við vandamiklum rúsevnum

Tikin við vandamiklum rúsevnum
Ein 17 ára gamal tannáringur varð tikin í tolleftirliti, tá Norröna kom á Havnina mánamorgunin
Ein 17 ára gamal tannáringur varð tikin við rúsevnum, tá løgreglan og tollvaldið gjørdu eftirlit, tá Norröna kom á Havnina fyrramorgunin
 
04.12.2019 - 08:24

Løgreglan og tollvaldið kannaðu ferðafólk, tá Norröna kom á Havnina mánamorgunin. Hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við eitt av ferðafólkunum.

17 ára gamli maðurin varð tikin til síðis til neyvari kanningar. Løgreglan fann góð 48 gram av syntetiska rúsevninum, MDMA, í viðførinum hjá unga manninum.

Tikin við vandamiklum rúsevni

MDMA er eftirgjørt rúsevni, sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnuhormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við. 

17 ára gamli maðurin er avhoyrdur og latin leysur aftur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminialdeildini, við útvarpið.

Málið verður í næstum latið ákæruvaldinum, ið skal skriva ákærurit. Kriminelli lágaldurin er 15, og maðurin fær tí somu revsing sum myndugir persónar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730