Arbeiða framvegis við skitsuni til semju

Arbeiða framvegis við skitsuni til semju
Partarnir í sáttmálatrætuni millum Atlantsflog og flogternurnar, sum hevur vart í meira enn tveir mánaðir, sita nú saman og royna at orða eina semju
 
06.12.2019 - 14:46

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Stóri knúturin í trætuni er, um danskar lógir og treytir skulu vera galdandi fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum eru búsettar í Danmark. 

Súlan, danska fakfelagið Flyvebranchens Personale Union og Føroya Arbeiðsgevarafelag høvdu freist til klokkan 13 dag til at taka støðu til eina skitsu til eina loysn.

 >> SÍ EISINI Semingsuppskot lagt fyri partarnar

Talan er tó ikki um semingsuppskot, men at nakrir teknikalitetir skulu fáast upp á pláss, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Um tað slitnar millum partarnar, kann verkfall ella verkbann lýsast við 14 daga freist. Hvørgin parturin vil siga, hvussu eitt slíkt stríðsstig fer at ávirka flúgvingina hjá Atlantsflog.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334