Hoyvíkssáttmálin heldur fram

Hoyvíkssáttmálin heldur fram
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið at taka uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum aftur
 
28.12.2019 - 10:34

Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum, heitti á løgtingið um at geva sær heimild til at taka uppsøgnina aftur, eftir at hann hevur samráðst við íslendingar um broytingar í sáttmálanum.

Hoyvíkssáttmálin varð uppsagdur við virkna frá 1. januar í 2020 í sambandi við fiskivinnunýskipanina hjá undanfarnu samgongu í 2017. Har var tað millum annað var ásett, at útlendskur ognarlutur - og harvið eisini íslendskur ognarlutur - skuldi burtur úr veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni. 

Undir atkvøðugreiðsluni í gjár býtti løgtingið seg sundur í samgongu og andstøðu. Við endaligu atkvøðugreiðsluna vóru 16 atkvøður fyri og 13 ímóti.

Andstøðuumboðini í uttanlandsnevndini høvdu sett fram broytingaruppskot um, at grein 6 í sáttmálanum skuldi broytast, soleiðis at sáttmálapartarnir frítt skuldu kunna áseta reglur ognarrætt í fiskivinnuni. Somuleiðis ynsktu andstøðumboðini, at sáttmálin ikki longur skuldu hava gildið sum lóg. Undirtøka var tó ikki fyri hesum í Løgtinginum í gjár.

Eitt uppskot, um at beina Hoyvíkssáttmálan aftur í nevnd til víðari viðgerð, fall somueiðis.

Tingfundur verður aftur mánadagin, tá fíggjarlógin fyri 2020 endaliga skal avgreiðast frá Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV