Stjórin á Tjóðpallinum: Viðgera nú umsóknirnar

Stjórin á Tjóðpallinum: Viðgera nú umsóknirnar
15 umsóknir eru til starvið, men ivasamt er, um tað verður sett frá 1. februar sum ætlað
Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum í 15 ár
 
14.01.2020 - 11:15

Leiklistaráðið er farið undir at viðgera tær 15 umsóknirnar, sum komu til starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Enn er støða ikki tikin til, hvussu nógvir av umsøkjarunum skulu til samrøðu, men tað verður væntandi gjørt, tá ráðið aftur fer at hava fund í hesi vikuni, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg.

15 fólk søktu stjórastarvið, 11 mans og fýra kvinnur.

Umsóknir eru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og úr Finlandi.

Av tí at umsóknir eru úr øðrum londum eisini, er ivasamt, um starvið verður sett frá 1. februar, sum ætlanin hevur verið.

Fólk, sum hava søkt starvið, hava eisini uppsagnartíð frá starvinum, sum tey eru í, og tað má eisini takast við í viðgerðina, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum.

Áramálssett starv

Starvið er áramálssett til 5 árog lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Fíggjarætlanin hjá Tjóðpallinum er slakar seks milliónir kr. Góðar fimm milliónir eru almenn játtan, og eginfíggingin er umleið 850.000 kr.

Á stovninum starvast, umframt stjóran, eitt skrivstovufólk og í ársmiðal 10-12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. 

Tjóðpallurin setur í miðal fýra leikverk upp um árið. 

Í løtuni er Jenny Petersen stjóri á Tjóðpallinum, og tað hevur hon verið í 15 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. juli
Guðstænasta í Havnar kirkju
194985
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Leygardag 26. juli
Morgunlestur leygardagur 26. juli 2025
194849
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. juli
Tíðir og tankar
194978
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844