Undantaksstøða lýst í Virginia

Undantaksstøða lýst í Virginia
Myndugleikarnir hava avdúkað ætlanir um at leypa á stjórnarbygningin í statinum
Ralph Northam er guvernørur í Virginia
 
16.01.2020 - 15:19


Undantaksstøða er lýst í amerikanska statinum, Virginia, eftir at myndugleikarnir hava avdúkað ætlanir hjá einum hernaðarligum bólki at leypa á stjórnarbygningin í statinum.

Tað segði guvernørurin í Virginia, Ralph Northam, á tíðindafundi í gjár, skrivar Berlingske.

Avdúkaðu upplýsingarnar benda á, at bólkar hava ætlanir um at fremja harðskap í sambandi við eina mótmælisgongu fyri stjórnarbygningin, Capitol, í Richmond. 

Fleiri túsund fólk fara væntandi at mótmæla einum nýggjum lógaruppskoti, sum fer at herða reglurnar um vápn.

Demokratarnir eru í meiriluta í tinginum, og fara helst at samtykkja uppskotið.

Herða vápnalógina

Ralph Northam skrivar á twitter, at vápnað lið og harðrendir bólkar - eisini úr øðrum statum - hava ætlanir um at órógva demokratisku tilgongdina við harðskapi.

Eitt fyribils bann fyri at bera vápn nærindis stjórnarbygninginum verður sett í verk mánadagin, skrivar The New York Times.  

Løgreglan hevur lagt til merkis nógv víðgongt samskifti á sosialu miðlunum umframt hóttanir móti politikarum.

Á høgravíðgongdum kjaksíðum verður tosað um, at mótmælisgongan mánadagin kann verða byrjanin til harðrenda kollvelting í USA, skrivar The Daily Beast.

Herda vápnalóggávan fer millum annað at hava við sær, at vápn kunnu verða tikin frá fólki, sum verða hildin at vera vandamikil fyri onnur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040