Fíggjareftirlitið: Betri skal bjálvast betur

Fíggjareftirlitið: Betri skal bjálvast betur
Leiðslubroytingar, bygnaðarbroytingar og førleikamissur hava elvt til óstøðug viðurskifti í bankanum, sigur Fíggjareftirlitið
 
17.01.2020 - 09:59

Kanningin, sum Fíggjareftirlitið gjørdi av Betri Banka í fjør, sigur, at bankin eigur at bjálva seg betur.

Kanningin vísir, at leiðsluskifti, bygnaðarbroytingar og førleikamissur hava havt við sær óstøðug viðurskifti í bankanum.

Váðastýring og solvensur

Fíggjareftirlitið skrivar:

Bankin fekk boð um at tryggja sær, at nóg nógv orka verður sett av til váðastýring.
Bankin skal hækka solvenstørvin í minsta lagi eitt hálvt prosentstig, ella umleið 32 mió. kr., til tess  at standa ímóti váða.
Hetta millum annað orsakað av nógvum leiðslubroytingum, bygnaðarbroytingum og førleikamissi."

Gera ikki viðmerkingar

Einki verður sagt um,  hvat sipað verður til, tá ið víst verður á leiðslubroytingar, bygnaðarbroytingar og førleikamiss. 

Fíggjareftirlitið vil ikki nágreina málið, men svarar í telduposti til Kringvarpið, at mannagongdin hjá Fíggjareftirlitinum er ikki at gera viðmerkingar til frágreiðingar, sum verða gjørdar eftir eftirlitsvitjan. 

Miðlar og almenningurin annars kunnu útvega sær vitan um kanningar hjá Fíggjareftirlitinum gjøgnum frágreiðingarnar, sum tær eru, sigur Fíggjareftirlitið.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974