Sluppu við hvøkkinum í 2018

Sluppu við hvøkkinum í 2018
Netið í Føroyum kundi verið lagt lamið í september 2018, tá nic.fo varð hakkað
Netið kundi verið lagt lamið í september 2018.
 
18.01.2020 - 14:11

Netið í Føroyum kundi verið lagt lamið í september 2018.

Tá varð heimasíðan nic.fo hakkað.

Nic.fo umsitur økisnavnið .fo.

Men av tí at FO-ráðið hevði flutt dátur haðani, sluppu føroyingar við hvøkkinum.

Vóru fluttar

Vóru dáturnar ikki fluttar í tryggari karmar í uttanhýsis ambætara, høvdu teldusníkarnir tá í september 2018n fingið fult vald á øllum føroyskum økisnøvnum á netinum. 

Varð skipanin tá sløkt, kundi .fo netøkið ikki brúkast, og hevði netið í Føroyum tá verið lagt lamið.

Hetta stendur í viðmerkingunum um uppskotið um økisnøvn á netinum, sum er gjørt í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum og sent til hoyringar. 

Ráðið sigur, at hendingin í september 2018 vísti, at neyðugt er at løgskipa økið, skipa umsitingina við lóg og at seta trygdina í fokus.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065