Havbúnaðarfelagið: Taðing dálkar vøtn og firðir

Havbúnaðarfelagið: Taðing dálkar vøtn og firðir
Felagið tekur kortini undir við at geva undantaksloyvi at taða um veturin, men eftirlitið eigur at verða hert
 
27.01.2020 - 08:33

Fleiri ferðir seinastu árini hevur taðing dálkað áir, vøtn og firðir. 

Tað sigur Havbúnaðarfelagið, sum hevur ummælt uppskotið um broyting í taðingarkunngerðini.

Havbúnaðarfelagið tekur undir við at geva undantaksloyvi til at taða um veturin.

Men tað skal tó vera, tá lítil vandi er fyri, at taðingin elvir til alguvøkstur á firðunum. 

Eisini er frægari at taða, tá alibrúk liggur brakk, enn tá fiskur er í ringunum. 

Herða eftirlitið

Havbúnaðarfelagið heldur, at eftirlitið við, at kunngerðin verður hildin, eigur at verða hert.

Og Búnaðargrunnurin kann veita fígging til tangar at hava tøð í.
 
Havbúnaðarfelagið sigur, at skipanin við undantaksloyvum eigur at fara úr gildi aftur um tvey ár. 

Tá er biogassverkið farið í gongd og nóg nógvir tangar eru, sigur felagið.

Kommunur skulu spyrja

Tað eigur at vera kravt, at tá kommunan viðger umsóknir um undantaksloyvi, skal hon spyrja fólk, fyritøkur og onnur, sum  avgerðin um undantaksloyvi til at taða ávirkar.

Uppskotið er, at loyvt verður at geva undantaksloyvi til at taða í ótíð.

Loyvt er í løtuni at taða frá 15.mars til 15.oktober.

Men nú verður kunngerðin um taðing broytt, so kommunur kunnu geva undantaksloyvi til taðing millum 15.oktober og 15.mars. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439