Ungdómsting: Skriva nú álit

Ungdómsting: Skriva nú álit
Í morgin fáa ungdómstinglimirnir høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólkum spurningar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2020 - 13:38

Teir 32 skúlanæmingarnir, sum manna ungdómstingið, fóru seinnapartin á nevndarfund  at skriva álit í teimum 12 málunum, sum eru løgd fram, og sum vórðu umrødd fyrrapartin.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setti ungdómstingið 2020 klokkan 10 fyrrapartin.

Síðani vórðu uppskotini løgd fram, og møguleiki var hjá ungdómstinglimunum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Klokkan 10 fyrrapartin í morgin fara nevndirnar at leggja fram álit. Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.

Seinnapartin verða ófráboðaðir spurningar til løgmann og landsstýrisfólk. 

Hetta eru sjeyndu ferð, at skipað verður fyri ungdómstingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659