Løgtingið: Seks almannamál fáa fyrstu viðgerð

Løgtingið: Seks almannamál fáa fyrstu viðgerð
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, eigur uppskotini, sum koma til viðgerðar í tinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 08:46

Seks lógaruppskot fáa fyrstu viðgerð í tinginum í dag, og tey eru øll úr Almannamálaráðnum.

Millum málini er lógini um almannatrygd og tænastur, eisini nevnd vælferðarlógin, og broytingar í øðrum lógum, sum eru fylgilógir hjá vælferðarlógini.

Eitt uppskot er um at broyta løgtingslógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Endamálið við hesi lógini er at greiða nøkur av teimum ivamálum um ábyrgdarbýti, sum hava verið millum land og kommunur, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2015.

Skulu ikki detta niðurímillum

Landsstýriskvinnan sigur seg við hesum vilja tryggja, at borgarar ikki detta niðurímillum, tí viðurskiftini millum land og kommunur eru ógreið.  

Ivi hevur eisini verið um, hvør hevur ábyrgd av fólkum undir 67 ár, sum hava demens. 

Hesir borgarar hava havt tilboð um dagtilhald í Havn, men nú verður eisini fyrireikað landsfevnandi dagtilhald uttan fyri høvuðsstaðarøkið, so at fleiri borgarar undir pensjónsaldur við demens kunnu fáa dagtilhald, stendur í lógaruppskotinum.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373