Professari: COVID-19 í hæddini seinast í apríl

bannari
Professari: COVID-19 í hæddini seinast í apríl
Tá fara umleið 300.000 danir at hava fingið sjúkuna, sigur professari í infeksjónsmedisini
Í løtuni eru 864 skrásettir tilburðir av corona í Danmark, og trý fólk eru deyð av sjúkuni
Mynd: DR  
 
16.03.2020 - 09:29

COVID-19-farsóttin kemur i hæddina seinast í apríl, og tá kunnu umleið 300.000 fólk hava fingið sjúkuna.

Tað sigur Jens Lundgren, professari í infeksjónsmedisini á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, við danska kringvarpið.

Miðskeiðis í apríl, ella seinast í mánaðinum, fer smittan at breiða seg mest. Tá verða flest smittað um somu tíð, og flest fara eisini at hava tørv á at verða løgd inn á sjúkrahús, sigur hann.

Minkar umleið 1. mai

Else Smith, fyrverandi stjóri í danska heilsustýrinum, væntar eisini, at talið á smittaðum fer at minka umleið 1. mai.

14 dagar eru farnir av farsóttartilgongdini, og um einar seks vikur er tilgongdin komin í hæddina. Tá hava millum 200.000 og 300.000 fólk havt coronavirus, Nógv tey flestu fara ikki at hava tørv á læknahjálp yvirhøvur, sigur Else Smith við danska kringvarpið. 

Í løtuni eru 864 skrásettir tilburðir av corona í Danmark, og trý fólk eru deyð av sjúkuni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. mai
Morgunlestur leygardagur 3.mai 2025
191019
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187