Fleiri veitslur hava verið í nátt

bannari
Fleiri veitslur hava verið í nátt
Fráboðanir eru komnar úr øllum landinum um veitslur í nátt, sigur løgreglan
 
29.03.2020 - 10:37

Hóast tilmælini frá myndugleikunum, um ikki at savnast nógv fólk saman, so hava fleiri veitslur verið í nátt. Tað sigur løgreglan, sum í gjárkvøldið og nátt hevur fingið fleiri fráboðanir um, at ungfólk hava hildið veitslur kring alt landið.

Hesar fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, sigur løgreglan. Tá ið tey eru komin fram á ungfólk úr hesum veitslunum, hava tey tosað við tey ungu um korona og um tilmælini frá myndugleikunum um ikki at savnast í bólki.

Avmarkaðar heimildir

Løgreglan sigur eisini, at tey ikki hava heimild at gera annað enn at tosa við tey ungu, og kunnu sostatt ikki forða fyri, at veitslan heldur áfram.

Hetta hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen at koma við staðiligari áheitan á tey ungu, á heimasíðuni in.fo. Við in.fo sigur landsstýrismaðurin, at hann heitir á tey ungu um at tey skulu lurta eftir tilmælunum frá myndugleikunum.

Kaj Leo Holm Johannesen heitir staðiliga á foreldur, og onnur vaksin, sum hava ábyrgdina av sínum húsum, og sínum børnun, um ikki at leggja hús til veitslur í hesum døgum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329