Hálv triðja millión til korona-gransking

bannari
Hálv triðja millión til korona-gransking
Pengarnir koma frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og nøkrum vinnufyritøkum
Stívliga hálv triðja millión er sett av til at granska korona
 
08.04.2020 - 06:52

Granskingarráðið bjóðar granskarum í Føroyum at søkja stuðul til verkætlanir, sum kunnu setast í gongd alt fyri eitt, og vitan frá teimum skal vera atkomilig og skal kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.

Talan kann vera um stuðul til at savna og skráseta dátur og til at skipa granskingarverkætlanir og til granskingarverkætlanir. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma.

Onkur longu fingið pening

Granskingarráðið hevur longu givið Fakfelagssamstarvinum slakar 320.000 krónur úr Sjúkrakassagrunnninum. 

Pengarnir skulu brúkast til eina kanningarverkætlan, sum eitur “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”. 

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum Annika Helgadóttir Davidsen ph.d. og granskari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu skal leiða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129