COVID-19: Tríggjar verkætlanir fingið stuðul

bannari
COVID-19: Tríggjar verkætlanir fingið stuðul
Dúgliga verður granskað í korona, eisini í Føroyum. Tríggjar COVID-19 granskingarverkætlanir hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum
 
17.04.2020 - 08:14

Verkætlanirnar eru um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum koronasjúklingum, og um lutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum.

Sløk hálv millión er latin til at kanna smittutøl, sjúkueyðkenni og andevni hjá koronasjúklingum í Føroyum. Shahin Gaïni er verkætlanarleiðari.

Verkætlanin "Luturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í einari kreppustøðu" hevur fingið góðar 90.000 krónur. Verkætlanarleiðari har er Heini í Skorini.

Fimm fyritøkur stuðla granskingini

Luturin og týdningurin, sum stuðlandi leiðsla hjá lærarum í fólkaskúlanum hevur í hesi COVID-19 tíð, hevur fingið góðar 80.000 krónur í granskingarstuðli.

Her er Kalpana Vijayavarathan verkætlanarleiðari. Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum.

Og fimm fyritøkur hava higartil játtað tvær milliónir krónur til granskingina, og Granskingarnevndin hevur latið eina millión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375