Flaggdagsrenningin avlýst

Flaggdagsrenningin avlýst
Árliga flaggdagsrenningin, sum hevur verið síðani 1987, verður ikki í ár
Eingin flaggdagsrenning verður í ár. Myndin er frá renningini í 2015
 
17.04.2020 - 14:36

Flaggdagsrenningin, sum Bragdið og sclerosufelagið skuldu skipað fyri í felag, flaggdagin 25. apríl er avlýst. Tað boðar Bragdið frá á heimsíðu sínari. Orsøkin er koronavirusið og tilmælini frá heilsumyndugleikunum.

– Vit vóru annars spent upp á hetta samstarvið, sum byrjaði í fjør og fekk sera góða undirtøku, stendur í fráboðanini.

Sclerosufelagið gjørdi nógv burturúr renningini í fjør, og fekk fitt av peningi inn, sum fór til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið skulu betra um hjá teimum við sclerosu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040