Báðir tunlarnir seks milliónir í avlopi í fjør

Báðir tunlarnir seks milliónir í avlopi í fjør
Umsetningurin í Vágatunlinum var 13,4 milliónir og í Norðoyatunlinum umleið 18 milliónir
Ferðslan vaks í báðum undirsjónvartunlunum í fjør
 
29.04.2020 - 15:25

Bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin høvdu avlop í rakstrinum í fjør.

Úrslitið hjá P.f. Vágatunlinum var 3,2 milliónir kr. og hjá partafelagnum Norðoyatunlinum 3,1 millión kr.

Umsetningurin í Vágatunlinum var 13,4 milliónir kr. í fjør. Í Norðoyatunlinum var umsetningurin 17,7 milliónir kr.

952.300 akfør koyrdu í Vágatunlinum í fjør, 55.436 fleiri enn árið fyri. Tað svarar til, at 2.609 akfør koyrdu í tunlinum um samdøgrið í fjør. Vøksturin er góð seks prosent. 

1,4 milliónir akfør í Norðoyatunlinum

Ein millión 308.519 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í fjør. Vøksturin er 6,2 prosent, samanborið við árið fyri. Tað svarar til, at 3.585 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum um samdøgrið í 2019.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Dánjal T. Thomsen, sum er næstformaður, og Gunnvá á Lofti.

Í nevndini fyri Norðoyatunnilin siga Heri M. Hammer, næstformaður, og Jóhanna á Bergi.

Jens Kári Vilhelm er formaður í báðum nevndunum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650