Samráðast aftur

Samráðast aftur
Nú verða sáttmálasamráðingarnar millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag tiknar uppaftur
 
01.05.2020 - 08:23

Tað boðar Skipara- og navigatørfelagið frá á heimasíðu sínari. Tá manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag høvdu handað sáttmálakrøvini, varð samfelagið lagt meira og minni stilt vegna COVID-19. 

Men nú Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur boðað frá, at meira ferð verður sett á samfelagið frá mánadegnum av, fara feløgini aftur til samráðingarborðið.

Manningarfeløgini og FR hava gjørt av at byrja samráðingarnar hósdagin í næstu viku, og samstundis verður boðað frá, at partarnir hava longt sáttmálan enn eina ferð - hesa ferð til 20. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334