Macron mist meirilutan

Macron mist meirilutan
Franski forsetin hevur mist meirilutan í franska tinginum. Fólk flýggja eisini undan honum í flokkinum
Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, hevur mist meirilutan í franska tinginum
 
19.05.2020 - 15:42

Franski forsetin, Emmanuel Macron, missir meirilutan í franska tinginum. Fleiri í hansara egna flokki eru rýmd úr flokkinum, og hava stovnað ein nýggjan bólk í undirhúsinum. 

Hetta merkir, at Emmanuel Macron nú hevur mist meirilutan í franska tinginum. Hann má tí leita sær stuðul úr hinum flokkunum, skal hann varðveita valdið. 

Skýra arbeiðsháttin "einaræðiskendan"

Tey, ið rýmdu, hava savnað seg í ein bólk, sum tey nevna "Vistfrøði, demokrati og samhaldsfesti." Fleiri, sum vóru Macron nær, eru rýmd undan honum, og farin í nýstovnaða bólkin. 

Alsamt fleiri politikarar eru seinastu mánaðirnar rýmdir úr flokkinum hjá Emmanuel Macron. Tey eru ónøgd við arbeiðsháttin hjá Macron, sum verður skýrdur at vera einaræðiskendur. 

Flokkurin hjá Macron, La République En Marche, hevur bara 288 tingsessir, eftir at fleiri í dag eru rýmd úr flokkinum. Flokkurin manglar ein tingsess fyri at fáa meirilutan í tinginum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635